Jól í Aarhus
Eg hómi at sjónvarpið
er tendrað í stovuni har heima
Babba hann skeinkir sær
Ein kaffimunn
Hini tey fóru til Billund
Eg siti eftir í Aarhus
Alt, sum eg ynski mær til jóla
Er at vera saman við mínum kæru
Kleynur í grýtuni
Heilsur úr Nuuk
Úr lurtinum
Mamma hon heingir upp
Einglar og ljós
Streymurin fór í Føroyum
Stormur, hugni, nærvera